XII. Dulurin.

Eina ferðina í forðum var hungursneyð í Føroyum: felli hevði verið á seyðinum, kornið var ikki búnað, og einki var at fiska á sjónum. Í Vágum sigist neyðin at hava verið hin størsta, tí at tað var langt síðani teir hövdu fingið nakað á teim góðu miðunum vestur í havi og víðari á várgrunnunum — ikki eitt æti fiskaðist; — teir royndu at rógva út, men komu sørir aftur. Har vesturi gekk nú ein fátækur maður tungur og sorgarbundin og kærdi sína neyð; — hann átti mong smá börn, men visti sær ongar vegir, hvussu hann skuldi fáa ein bita at leggja í munnin á börnunum. Meðan hann nú so gekk í döpurhuga og ráðloysi og klagaði yvir lagnuna, sum var so óblíð, at hann skuldi svölta börn síni í hel og doyggja sjálvur í hungri, møtir hann einum huldumanni, sum spyr hann, hví hann tóktist so illa hýrdur og hvat var honum at meini. Vágamaðurin sigir honum nú frá, hvussu illa hann var staddur. Huldumaðurin svarar honum, at synd var í honum, at hann skuldi tola tílíka neyð, tí ikki treyt fiskurin, tá ið teir hövdu dugað at finna á hann, og tí vildi hann nú siga honum, hvussu miðið átti at verða lagt: «strykkjur í Dali, túgvan á Harðavölli, áin í Tanga — har skalt tú fiskin fanga — tugt jarn og troðið; — hann ið ikki fiskar tá, er feigur.» Men tá ið huldumaðurin hetta hevði sagt, hvarv hann brádliga utan at týða hesi duldu orðini og hesi ókunnigu növnini. Tó legði maðurin sær væl í minni, hvat sagt var, og fór at grunda yvir hetta, og um langt og leingi helt hann seg nökulunda hava fingið skil á, hvar miðið mundi vera; gomul fólk í bygdini kendu növnini og vistu at siga honum, hvar hesi ýtini skuldu finnast. Men nú var eftir at fáa at vita, hví huldumaðurin hevði nevnt «tugt jarn og troðið». Um síðir datt honum tað í huga, at tugt jarn kundi vera meilin á einum boygsli, og troðið jarn kundi vera hestaskógvur; hetta tók hann og gjördi sær onglar av. Tá ið hann nú er liðugur við hetta verkið, manna teir bát til útróðrar og leggja mið so sum Vágamaðurin hevði úttýtt orð huldumansins. Hann gav öllum bátmonnunum onglar, sum hann sjálvur hevði smíðað av meiliboygslunum og hestaskónum, og so kastaðu teir niður. Teir vóru komnir á tað rætta miðið, og ikki hövdu teir sitið har meir enn eina góða lötu, fyrr enn báturin var sökklaðin av fiski. Teir róðu nú fegnir heim av hesum miðinum, sum enn á dögum kallast Dulurin eftir huldumanninum; hagar søkja menn javnliga enn. Á heimferðini róðu Vágamenninir fram við ein bát, teir ikki kendu, og var tað huldubátur; formaðurin reisti seg upp úr rongini og segði við Vágamannin: «eydnumaður ert tú, væl var týtt, og væl var miðið funnið»; báturin hvarv úr eygsjón og sást ikki aftur. Men útróðrarmenninir úr Vágum vóru glaðir at hava nakað at geva konum og börnum tað kvöldið og síðari.

Источник: Hammershaimb V. U., Færøsk anthologi I (1891), bls. 338–339.

© Tim Stridmann