Stutt frá Tindhólmi er ein boði, sum kallast Eiriksboði; hann er uppi stundum, tó at tað kann vera dýrdarveður og sjóslætt; helst brýtur hann ímóti terra, hita ella hörðum kulda. Um henda boðan hövum vær sögnina, sum her skal sigast frá.
Tveir brøður, Símun og Eirikur, áttu alla jörðina, ið liggur við bygdina í Bø í Vágum; eina systur áttu teir, sum var gift við bónda í Húsi í Miðvági. Teir báðir kundu ikki koma til sættis um at býta jörðina ímillum sín; teir skuldu tí fara til lögmans at láta hann skifta ímillum teirra. Ein dagin var Símun á útróðri, men Eirikur sat meðani heima og brýndi öxina. Um kvöldið, ið útróðrarbáturin leggur at landi, fer Eirikur skundiliga oman í fjöruna til teirra og sigir við Símun, at nú skuldi hann fara sum skjótast við sær til lögmans at fáa skil á jarðarbýtinum og arvinum. Símun sigir seg vera bæði svangan og tystan og hava neyðugt at fara í onnur klæði; men Eirikur vildi ikki lurta eftir nökrum, at hann skuldi bera seg undan at fara strax, nú ið sær bar til at gera hesa ferð. Símun eftirlíkaði honum nú og fór við honum; hann var tystur og legðist at drekka úr ánni, ið rennur oman Skatagjógv ímillum Bíggjar og Sörvágs; — Eirikur tekur nú öxina og höggur hövdið av bróður sínum. Eirikur fer tá til gongu yvir um Vatn (Sörvágsvatn) og til Miðvágs. Tá ið hann kemur rennandi móti býlinginum í Húsi, sær systirin hann og fer út at spyrja hann, hvönn partin av jörðini fell í lut Símunar; hann svarar, at tað var tann parturin, ið næstur er kirkjugarðinum. Hann sprakk so haðani til Sandavágs; ein bátur stóð har á sandinum, Eirikur orkaði ikki at draga hann, men bar ymsar skutir fyri og fekk so flotað bátin á sjógv. Systirin grunaði væl á svarinum, Eirikur gav henni, at hann mundi hava dripið Símun, og hon bað tí mann sín fara at hevna deyða hans. Bóndin fór við öxi í hendi eftir Eiriki, men tá ið hann kom oman á sandar, hevði Eirikur skotið frá landi; hann kastaði tá öxina út eftir Eiriki, men hon kom í stavnin og gjördi ikki manninum skaða. Eirikur fór nú til bispsins í Kirkjubø at lýsa víggið, og bispurin lovaði, at drápið skuldi vera honum fyrigivið, tá ið hann gav kirkjuni góðar bøtur og bispinum ein feitan oxa um árið; — hetta læt biskupurin alt skera á eitt trækelvi, at nú var síðsti og efsti sallur útslættaður eftir Símun í Bø. Tá ið Eirikur hevði givið bøturnar, ið á vóru lagdar, fór hann vestur aftur fyri öll Vágabjörgini; tó at tað var ein hættilig ferð hjá einum manni at fara, hevði hann tó eydnu til at koma ígjögnum harðan streymasjógv og höga aldu tann langa vegin. Hann var nú komin inn um Dragasund á deyða vatnið og á tann slætta sjógvin innan fyri drangarnar og Tindhólmin og sá nú bygdina í Bø og alla jörðina frá fjalli og til fjöru, sum hann nú átti einsumallur; hann helt seg nú vera slopnan úr öllum vanda, tók kelvið upp og fór fegin at lesa, hvat á tí stóð; — nú, tóktist honum, var fyri ongum at ræðast. Sum hann nú best sat við hesum tonkum og hugsaði ikki um at lova og takka Gudi, sum hevði ført hann yvir havið, ella biðja hann tilgeva sær drápið, tá reis aldan frá grunni, og ein boði kom upp, sum ikki hevði brotið áður, hvölvdi bátin og dró Eirik til botns; síðan rak líkið upp í Skatagjógv og hevði enn kelvið frá bispinum í hondini. Tí kallast hesin boðin enn Eiriks boði.
Источник: Hammershaimb V. U., Færøsk anthologi I (1891), bl. 354–356.