XXVII. Flokksmenn.

Í Hattarvík í Fugloy livdu eina ferð í gomlum dögum tríggir menn, ið kallaðir vóru Hálvdan Úlvsson, Högni Nev og Rógvi Skel. Hálvdan Úlvsson var sterkastur av teimum, tí hann orkaði at lyfta ein stein, sum enn sæst í haganum har og er kallaður «Hálvdans Úlvssonar hav»; steinurin er átta alin ummáls eftir tjúktini og 10 alin ummáls eftir longdini.

Hesir tríggir, ið nú eru nevndir, vóru eitt heystið á fjalli við öðrum Fugloyingum. Sum venja er til, hevði hvör maður seyðbond við sær; seyðbondini vóru ikki samlit og heldur ikki javn-góð, og kom tí til ilnar millum rakstrarmenninar, at hvör ognaði sær tey bestu. Men av tí at hesir tríggir menninir, ið áður eru nevndir, hildu saman, tordu hinir ikki at forða teimum at taka bestu seyðbondini. Hesir tríggir sóu nú, at teir bóru yvirluta yvir hinar, og tað datt teimum tá í hug, at hövdu teir vilja til tess, tá stóð tað í teirra valdi at leggja undir seg fyrst Fugloy, og síðani, um teir fingu nakrar í lið við sær, allar Føroyar; og ikki var leingi eftir at bíða, at teir lögdu ráð saman at fremja tað í verki, ið fyrr bert hevði verið um hugsað. Men tað sóu teir, at skuldi tað alt væl ganga, ið teir hövdu í hyggju, so máttu teir vera vápnaðir, og tí sendu teir bræv til kongs, og bóðu um svörð. Haðani kom tað svar aftur, at Føroyingar vóru friðar-dýr, og tí nýtti eingin svörð í Føroyum. Men teir vóru treiskir og vildu ikki gevast; teir skrivaðu kongi aftur og greindu so frá, at ikki var friður í Føroyum fyri útlendskum ránsmonnum, sum kundu herja á fólk og drepa, áðrenn nakran vardi. So er at vera treiskur; — tá fingu teir svörð.

Nú skal nevna við navni fjórða mannin í Hattarvík; hann æt Sjúrður við Gellingará; hann var sum hinir tríggir stórur og sterkur; men í tí var hann ólíkur hinum, at hann var spakligari og stillisligari enn teir og sjaldan var hann ráðaleysur; hann var ríkur bóndi. Sjúrð hendan vildu hinir tríggir fáa í fylgi við sær; men tá ið teir hövdu tosað við hann um tað, hevði hann altíð først undan og sligið tað upp í glens; hann hevði tvær orsakir til at gera so; onnur var, at honum líkaði ikki tað, sum teir ætlaðu sær, men hin orsökin var, at hann stutt fyri tað í Götu hevði sæð eina gentu, dóttur ríka bóndans «niðri við Hús». Honum leitst væl á gentuna, so væl, at tá ið hann var heim aftur komin til Fugloyar, lá hjartað eftir í Götu; hann var tí farin til Götu aðra ferð, og hevði borið upp bønarorð. Gentan hevði tá svarað honum so aftur: «Kemur tú at ári aftur í so vorðnum báti, sum tú komst við nú, so skal verða, sum tú vilt». Av tí at hann nú hugsaði um brúdleyp sítt, var hann ófúsur at fara slíka váða-ferð. Men nú hövdu hinir tríggir sett tað í seg, at Sjúrður skuldi fara við teimum, og tá ið hann nú ikki vildi við góðum, gingu teir ein páskamorgun snimma inn í stovu, har sum hann lá og svav, drógu hann fram undan rekkjuváðini, og lovaðu, at hann skuldi láta lív, um hann ikki vildi fallast á tað, sum teir hövdu í ráði, og ganga í felag við teimum. Tá læt hann sær eftirlíka.

So gingu allir fýra út fyri dyr, tóku sær av blóði og lótu saman renna, til at vita, um allir vóru samsintir í tí, sum nú var fyri hondum. Men blóð Sjúrðar vildi ikki renna saman við blóðið úr hinum, og tí kom ilt í teir, og teir sögdu: «Nú skulu vit drepa teg, tí tú vilt ikki halda við okkum;» men Sjúrður svaraði: «Ikki er tað so, sum tit halda; er so lítið skil í tykkum, at tit ikki síggja, at tí vil mítt blóð ikki renna saman við tykkara, at tykkara blóð er heitt, men mítt kalt?» Teimum skildist tá hetta satt at vera. Á tí staðinum, har sum teir blandaðu blóð, vuxu högar túgvur úr jörðini, og hava tær sæst higar til dags.

Um Ólavsökuna fóru hesir fýra ránsmenn ella flokksmenn, sum teir nú skjótt vóru kallaðir, til Havnar, til tess at tosa við aðrar Føroyingar um ætlan sína, at leggja undir seg allar Føroyar, sum tá stóðu undir útlendskum harradømi. Teir fingu tá 50 aftrat í flokk við sær; flestir av teimum vóru úr Suðuroy. So var avgjört, at teir skuldu møtast á Götueiði, og skuldu hvörjir kenna aðrar á tí, at bátar teirra skuldu vera bræddir í annað borð, og hvítir í hitt. Men tað var ikki flokksmonnunum til gagns, at teir fingu aðrar í lið við sær, tí tá barst ætlan teirra út og frættist skjótt um allar Føroyar, so at fólk á flestum stöðum hildu vakt fyri flokksmonnunum.

Tá ið flokksmenninir teir fýra komu heim aftur úr Havn, royndu teir at leggja undir seg alla Fugloy. Í Fugloy eru ikki meir enn tvær bygdir: Hattarvík, har sum flokksmenninir búðu, og Kirkja, sum so var kallað, av tí kirkja var bygd har. Teir fóru tá alvápnaðir til Kirkju; men har hildu tey vakt, og tá ið tey sóu flokksmenninar, flýddu öll sum skjótast inn í kirkjuna, tí kirkjan var vígdur halgidómur, so at ikki hin versti ránsmaður tordi at bróta frið har. Tá ið flokksmenninir sóu fólkið flýggja í kirkjuna, sögdu teir við Sjúrð: «Tú ert skjótastur, Sjúrður, skunda tær oman og drep hvönn, ið tú fært fatur á». Sjúrður rann tá tað ið hann var mentur, og tá ið hann kom at húsunum, sá hann eitt smábarn, sum tey í ræðsluni hövdu gloymt at taka við sær í kirkjuna. Sjúrður vildi helst koma barninum undan; men han vildi eisini, at hinir flokksmenninir skuldu halda hann vera dúguligan og illan í sær, so at teir ikki aftur skuldu fáa illgruna um hann. Hann rendi tí spjótið í klæðini á barninum og floygdi tað yvir eina húslon, til at koma tí burtur av veginum, tí hinir hövdu ivaleyst dripið barnið, hövdu teir funnið tað. Men av tí at fjáltur var á honum, so kastaði hann so hart, at barnið steindoyði, tá ið tað datt niður aftur á jörðina. Fótasporið, sum Sjúrður stóð í, tá ið hann floygdi barnið yvir lonina, sæst enn, tí har hevur ikki síðani vaxið grasstrá. Av tí at annars alt fólkið í bygdini var flýtt í kirkjuna, so at teimum einki kundi gerast, máttu flokksmenninir fara nakkalangir aftur til Hattarvíkar.

Teir ætlaðu sær so at royna á bóndan í Árnafirði, og drógu tí bát sín, bræddan í annað borð, hvítan í annað.

Tá ið teir vóru komnir nakað frá landi, hevði Sjúrður fyri munni á sær: «Frítt er Eystfelli frá at fara». Hálvdan Úlvsson svaraði aftur: «Ómenni títt, fríðari eru allar Føroyar.» «Tá ið tú hevir tær,» svaraði Sjúrður. — Teir komu nú inn til bóndans í Árnafirði; hann var bæði stórur og sterkur, og hann helt í móti Hálvdani; teir bardust leingi á gólvinum, og tað sýndist at standa á jövnum føti. Tá ið húskallur bóndans sá hetta, legði hann seg fyri føtur bóndans, so hann fell um hann. Hálvdan Úlvsson högdi tá hövdið av honum við svörði sínum. Tá ið hann var deyður, vendi húskallurin sær at kroppinum hövuðleysum og mælti: «Nú fekst tú løn fyri fleyta-gjaldið».

Haðani fóru teir ígjögnum Hvannasund, og síðani hildu teir fyri Kunoyar-nakk, tí teir ætlaðu sær til Kunoyar. Tá ið teir komu fyri nakkin, var ein bátur har á útróðrum; tá ið menninir á útróðrarbátinum sóu, hvussu hin báturin var litur, vistu teir við tað sama, at tað vóru flokksmenninir, og teir skundaðu sær tí at leggja inn á eina gjógv. Eingin av flokksmonnunum utan Sjúrður hevði sæð bátin. Tá ið flokksmenninir komu áraka gjónna, varð einum gomlum manni á hinum bátinum á at hosta; bæði Sjúrður og Hálvdan Úlvsson hoyrdu tað. Hálvdan segði: «Her er bátur inni,» men Sjúrður svaraði: «Altíð er illgruni á tær; hoyrir tú ikki, at tað er sjógvurin, sum runar inni á gjónni?» «Tað kann vera, at so er, sum tú sigir,» svaraði Hálvdan, og teir róðu sína leið.

So vildi til, at sonur bóndans í Kunoy henda sama dag var burtur í haga. Hann hevði lagt stóran kava av landnyrðingi. Tá ið Árni — so æt sonur bóndans — hevði gingið hagan á enda, var hann móður, tí nógvur hevði kavin verið fyri fótunum á honum. Hann hevði ikki meir enn sett sig niður at hvíla seg, tá ið hann sá bát, sum helt inn undir land. Hann rópaði á teir og spurdi, hvar teir ætlaðu sær; teir svaraðu, til Kunoyar. Hann var glaður við at sleppa frá at vaða ígjögnum kava heim aftur, og bað teir lova sær í bátin; tað var gaman í, sögdu teir. Tá ið hann var komin í bátin, sá hann ein hóp av vápnum har; aftur í bakskutinum lógu fýra svörð, eitt til hvönn flokksmannin; so hövdu teir eisini bæði öxir og spjót. Hann fór tá at hava illgruna á, at tað mundi vera flokksmenninir, sum hann var í báti hjá; ræðsla kom, sum vera man, á hann, men ikki læt hann teir síggja tað á sær. «Vilt tú vera við okkum?» spurdi Rógvi Skel Árna. «Til hvörs?» svaraði Árni. «Til at vinna Føroyar,» svaraði Rógvi. «Ja, tað vil eg,» svaraði Árni. Tá segði Rógvi: «Nú skalt tú fyrst vera formaður hjá okkum til Kunoyar, tí vit eru ikki væl kunnugir». «Tað skal eg gera», svaraði Arni, «hagar fáa tit ongan betri formann enn meg; eg vil nú skifta vegin í fýra: fyrsta fjórðingin skal Rógvi Skel stýra, annan Högni Nev, triðja Hálvdan Úlvsson, og tann fjórða Sjúrður».

Síðani sat hann stillur og var sum millum heims og heljar, tí hann væntaði sær vissan deyða.

Tá fór Sjúrður at tosa við hann, tó spakuliga, so at hinir ikki skuldu hoyra, og segði: «Nú er deyðin tær vísur, tí flokksmenninir högga hövdið av tær, áðrenn teir leggja at landi; eg veit tær ikki annað ráð, enn at tú loypur uppá flata skerið undir Kunoy, og roynir at leypa haðani á land; vilt tú royna tað, so skal eg stýra bátinum tætt inn at skerinum». Árni helt seg til at kunna leypa av skerinum á land.

Hálvdan Úlvsson tók eftir, at teir í loyndum tosaðu saman; hann rópti tí snögliga á Sjúrð og segði: «Um hvat er tað tit sita og lýðast á, Sjúrður; hví mega vit ikki hoyra tað?» Sjúrður svaraði stillisliga aftur: «Sig við fólkið, sum enn man vera í kirkjuni, at tey ikki mega fara úr henni; tí ongastaðnis eru tey í frið fyri flokksmonnunum utan í vígdari kirkju. Minst nú væl til, hvat eg havi sagt tær». «Tað skal eg», svaraði Árni. Hálvdan Úlvsson tók nú aðra ferð til orða, var illur og segði: «Hvat loyndarmál er tað, sum tú hevir at tosa við hann um? Sit ikki og lýð og lýð, men tosa hart, so vit kunnu hoyra, hvat tú sigir». Sjúrður svaraði: «Eg spurdi hann, um kýrnar eru líka feitar í Kunoy enn, sum tær vóru í gomlum dögum, og hann sigir so vera». Tá ið teir nærkaðust at lendingini í Kunoy, stýrdi Sjúrður tætt inn móti skerinum, og tá ið teir vóru áraka tað, leyp Árni úr bátinum á skerið, og haðani á land; men skerið liggur hálvasættu alin frá landi, so at áttamannafar kann rógva innan fyri tað. Sjúrður tók öxina og kastaði eftir Árna, men við vilja rakti hann ikki. Hálvdan Úlvsson leyp skunduliga upp á skerið til at elta Árna, men hann tordi ikki at leypa inn á land, har sum Árni leyp, og mátti tí fara ein óhögligari veg; Kunoyingurin, sum var lættur uppá fót, slapp soleiðis nakað undan honum, men tá ið Hálvdan sá, at hann ikki kundi fáa hann aftur, kastaði hann öxina eftir honum. Hon feyk átta favnar á lofti og kom so í klettin í seinasta fótasporið, sum Árni hevði stigið. Holið eftir öxina sæst skiluliga í klettinum enn í dag. Árni rópti inn í kirkjuna og bað ongan ganga út haðani, tí flokksmenninir vóru komnir at landi; síðani helt hann til fjalls og fjaldi seg har.

Tá ið flokksmenn komu at húsum, sóu teir, at allir Kunoyingar vóru í kirkjuni; teir fóru tá at hugsa um tað, at best mundi vera at royna at vinna sær vinskap hjá Kunoyingum; teir fjaldu tí vápn síni, játtaðu, at teir vóru flokksmenn, men lovaðu, at teir ikki skuldu gera Kunoyingum nakað ilt; og so vóru teir har friðaligir og vinaligir. Eina ferð, tá ið tosað var um, at vígdar kirkjur vardu mót ránsmonnum, spurdu teir Kunoyingarnar: «Hvar er tann kirkjan í Føroyum, ið okkum kann verja?» Kunoyingar svaraðu: «Tað er Svínoyar-kirkja, tí hon er vígd seinast». Men tað var lygn, tí Svínoyar-kirkja var einasta kirkjan í Føroyum, sum óvígd var.

Flokksmenninir sögdu, at tað var ætlan teirra, at fara á Tröllanes, og spurdu Kunoyingar, nær best mundi bera til at fara hagar. Kunoyingar svaraðu: «Landnyrðingur-norðan er besta ætt og broddur á vestfalli í mysing er besta sjóvarfall». Teir dvaldu enn nakrar dagar í Kunoy, men so sýndist at vera góð líkindi at fara á Tröllanes. Tá ið teir vóru komnir nakað frá landi, var so ringt í sjónum, at teir vóru nær við at ganga burtur; teir tordu tí ikki at halda longur fram á vegin, men vendu aftur til Kunoyar. Kunoyingar spurdu tá: «Hví koma tit so skjótt aftur?» «Vit sluppu ikki longur fyri sjóvarilsku», svara teir. Men Kunoyingar sögdu tá: «Hövdu tit hildið longur, so hövdu tit verið úr öllum vanda». Tá ið flokksmenn hoyrdu tað, erraðu teir seg upp og fóru aðra ferð av stað til Tröllanes. Tó at sjógvurin var verri nú enn fyrru ferðina, vildu teir ikki venda aftur, men róðu líka tætt at lendingini á Tröllanesi. Men har stóð brimið uppi í grasinum, yvir fjöruti favnar stóð tað upp í bergið, so har var ikki at hugsa um at lenda; ódn var í sjónum og ein stórmur í vindi, so at teir hugsaðu ikki um nakað lív. Teir stýrdu tí aftur til Kunoyar, og tað var ikki meira, enn teir bóru boðini fram. Teir sögdu tá við Kunoyingar: «Vit sleppa aldri á Tröllanes; vit vóru tætt við lendingina, men ikki var hugsandi at komast á land», og so svóru teir ein dýran eið uppá, at teir skuldu ikki aftur royna at koma á Tröllanes, fyrenn teir hövdu lagt undir seg allar Føroyar. Tá svaraðu Kunoyingar: «Hövdu tit komið tykkum um tangan, sum er við lendingina, so var sloppið». Men tað var lygn, sum alt annað, sum Kunoyingar hövdu sagt flokksmonnum; hövdu teir farið longur, so hövdu teir sjólátist.

Flokksmenn sótu nú kvirrir í Kunoy, til tíðin nærkaðist, tá ið teir, sum avgjört var, skuldu møta á Götu-eiði. Teir fóru tá eitt kvöldið av stað og stýrdu fyri Götunes. Sama kvöldið vóru Vágsmenn á útróðrum; teir sóu bátin hjá flokksmonnum og kendu hann á litinum, tí mánalýsi var, og flýddu tí sum skjótast inn á eina gjógv á vestaru síðuni á Borðoynni. Sjúrður hevði sæð bátin skiluliga, og í tí hann fór inn um gjáarkjaftin bar Hálvdan Úlvsson eyga við hann. «Har fór ein bátur inn í gjónna», segði hann. Men Sjúrður svaraði: «Tú sært altíð so nógv; sært tú ikki, at hatta er mánin, sum glampar á brimaldurnar við landið?» «Tað kann so at vera», hugsaði Hálvdan við sær, og so róðu teir sín veg fram. Síðani hevur gjógvin verið kallað «Mánagjógv».

Nú er frá tí at siga, at teir, ið embætisvald hövdu í Føroyum, hövdu hoyrt um møtið tað, ið vera skuldi á Götu-eiði, og teir 50, sum flokksmenn hövdu fingið í lið við sær á tinginum í Havn, vóru nú tiknir fastir, og kundu tí ikki møta. Tann dagin, ið møtið skuldi vera, vóru saman komnir í Götu Føroyingar úr öllum ættum, mong hundrað, til at taka hesar fýra flokksmenn úr Norðoyggjum. Tá ið teir nú komu at landi á báti sínum, ið bræddur var í annað borð og hvítur í hitt, og sóu alla hesa mannamúgvu, og sóu, at teir vóru allir óvinir teirra, men sóu ongan vin, ongan av sínum monnum, tá vendu teir sum skjótast bátinum, og róðu burt úr Götu. Teimum datt í hug tað, sum Kunoyingar hövdu sagt, at Svínoyar-kirkja var seinast vígd, og tí tóku teir til at fara til Svínoyar. Teir lögdu at landi norðan fyri eiðið, drógu bátin, gingu um eiðið og oman á bøin, og so væl vóru teir tá hýrdir, at teir fóru at spæla sum smádreingir og blaka til máls við gróti («skjóta verpur»).

Men Føroyingar mannaðu seg upp, vápnaðu seg sum best og fóru við nógvum bátum til Svínoyar, at taka flokksmenninar fastar. So er sagt, at um 70 bátar fylgdust hagar. Tá ið teir lögdu at landi undir Svínoyar-eiði, sóu teir bátin hjá flokksmonnunum standa har, og fingu so at vita, at teir vóru í Svínoy. Teir steðgaðu tá og sendu fyrsta flokkin oman til at taka teir fýra menninar; men teir hildu tá upp at at spæla, tóku vápn síni og vardu seg menniliga. Tá ið Føroyingar sóu tað, sendu teir strax annan flokkin ímóti teimum; men flokksmenn tóku reystiliga ímóti, og óvist er, um teir ikki hövdu vunnið, hövdu ikki so nógvir verið ímóti teimum. Føroyingar sendu tá triðja flokkin oman, og í honum vóru nógvir sterkir og væl vápnaðir menn. Tá ið flokksmenn sóu teir koma, mistu teir mótið, og rýmdu undan at kirkjuni. Har lögdu teir vápn síni utan fyri kirkjudyrnar, gingu síðani inn í kirkjuna, og hildu seg nú vera úr öllum vanda. Men Føroyingar vistu, at Svínoyar-kirkja var óvígd: teir valdu tí sterkastu menninar burtur úr til at fara fyrst inn í kirkjuna og leggja hendur á flokksmenn; teir vóru so tiknir fastir og bundnir.

So var dómur fallin longu áður, at hesir fýra flokksmenn úr Norðoyggjum skuldu vera omanstoyttir av hægstum Valaknúki í Skálabotni. Teir vóru tá fyrst førdir til Götu, og vóru leiddir inn hjá bóndanum «niðri við Hús».

Tá ið dóttir bóndans sá Sjúrð bakbundnan og dømdan til deyða, græt hon og segði: «Eg síggi, tú kemur öðrvísi vorðin í dag, enn tú komst í dag ár síðani, tá ið tú barst upp bønarorð til mín»; hetta var júst dagurin, sum hon árið fyri hevði nevnt Sjúrði, tá ið hann bað um hana. Sjúrður græt og fekk valla talað fyri sorg og sút.

Fangarnir fingu nakra tíð til at búgva seg til deyða. Hálvdan Úlvsson, Högni Nev og Rógvi Skel settu seg tá til borðs, og gjördu sær til góðar við skerpukjöti og alskyns góðum mati og drekka, men Sjúrður tók bønabókina at lesa í, og bað Gud um at tilgeva sær sínar syndir. Tá ið Føroyingar sóu tað, fingu teir enn meiri vælvild til Sjúrðar; teir hugsaðu um tað, at hann hevði móti vilja sínum verið noyddur til at vera flokksmaður, og at hann hevði roynt at hindra so nógv ilt, sum í hans valdi stóð, og tí vildu teir geva honum lív og grið. Men Sjúrður kravdi at láta lív; «eg havi samtykt í tí illa, sum hinir hava gjört», segði hann, «tí vil eg fáa sama gjald sum teir, og um eg hevði sloppið leysur hesa ferð, so kundi eg komið til at gjört ilt eina aðru ferð».

Flokksmenninir vóru síðani førdir upp á hægsta Valaknúk, omanstoyttir haðani og grivnir niðri undir. Leiðir teirra síggjast enn í dag; leiðini hjá teimum trimum eru svört og ljót, eyrur og grót, men leiðið, sum Sjúrður hvílir undir, tað er vakurt; altíð er tað prýtt við grønum grasi.

Источник: Hammershaimb V. U., Færøsk anthologi I (1891), bl. 358–368.

© Tim Stridmann