XIII. Gásadalsmaðurin í huldubátinum.

Ikki er fjöruslætt í Gásadali í Vágum; har er bratt berg, fimtan favnar hátt, móti sjónum; Gásadalsbygd liggur tí illa fyrr útróðri, bátur fær ikki staðið undir berginum fyri brimi um veturin, teir kunna tí ikki hava stóran bát standandi, av tí at drátturin upp í bergið er tungur og ringur, og Gásadalsmenn hava tí haft útróðrarbát til havróður í felag við teir í Bø og [eru] vanir at rógva út við teimum.

Ein maður úr Gásadali fór eina náttina í góðum útróðrarlíkindum heiman ífrá til gongu eystur á Akranes, hvar Bíggjarmenn skuldu leggja at landi og taka hann inn í bátin. Tá ið hann kom eystur um Skarðsá, sá hann bát rógva inn at Akranesi; hann vildi ikki, at teir skuldu dvöljast leingi eftir sær, og tók tí at renna hart oman til teirra. Hann sá nú, at sjey menn vóru á bátinum, og at sessur stóð leysur fyri honum á einum bekki; tó tekti hann ikki menninar, tí at dimmið var ikki tá meir enn farið at lætta. Gásadalsmaðurin hevði ongan illgruna á nökrum, men hugsaði, at alt var so sum tað átti at vera; hann var kvikur at springa inn í bátin, og teir lögdu strax frá landi. Maðurin settist á bekkin, ið hann var vanur at sita á og legði út árina; men nú hann hyggur um seg, kennir hann ongan mann á bátinum og grunar tá, at tað eru huldumenn, hann er komin ímillum; tó lætst hann vera óræddur og rør dúguliga sum hinir. Teir fara norður um oynna út á Ravnamúla, eitt mið, sum Vágamenninir fyri vestan plæga at rógva út á. Huldumenninir egndu og kastaðu niður, men Gásadalsmaðurin sat stillur og tagdi, tí snørið hevði hann borið við sær úr dalinum, men onglarnir hingu í Bø, og einki átti hann agnið. Formaðurin á bátinum spyr hann nú, hví hann ikki kastar niður; hann svarar: «eingin er krókurin, og eingin er bitin.» Huldumaðurin fekk honum strax bæði ongul og agn, og onglarnir vóru ikki meir enn komnir niður at botni, fyrr enn hann kendi og dró ein stóran fisk; tá ið hann var liðugur við at sløga hann og legði hann niður í bátin, tók formaðurin og markaði hann, og so var hvör fiskur, sum hann dró, markaður. Tá ið teir hövdu fingið upp í bátin av góðum fiski, róðu teir heim aftur og lögdu at landi á Akranesi í sama staðinum, hvar teir hövdu tikið Gásadalsmannin inn. Av tí hann hevði sitið um dagin í sjalvdráttri, blakaðu teir hvönn fisk á land, sum teir hövdu markað. Nú hann er komin á land og hevir tikið við veiðu síni úr huldubátinum, ansar hann fyrst, at hann hevir gloymt knív sín eftir í bátinum; hann rópar tá til teirra: «hvast við lær stendur eftir.» Huldumaðurin treiv um knívin og blakaði eftir honum, men hann rakaði hann ikki; hann rópaði tá: «bannaður verði tú, eydnumaður ert tú». Teir lögdu nú aftur frá landi, men huldumaðurin segði nú: «hundur vart tú, at tú segði mær ikki takk fyri bátin». — Ikki er gott, tá ið huldufólk er nær á sjógv ella á landi (og hvör veit tað?), at nevna «knív, svörð, öxi, agn, royk» o. s. v. við rættum navni uttan við öðrum orðum, sum «hvast, biti, húsaskýggj» og tílíkt. Ei heldur er gott at takka huldufólki, um tey gera nökrum ein beina, tí tá fáa tey kraft at gera manni mein.

Sagnir, sum líkjast hesari, ið nú er sagt frá, ganga um ein mann á Strondum og annan á Eiði í Eysturoy, sum báðir róðu út við huldubáti, og er sagt, at hesin seinni róði út við honum allan veturin.

Источник: Hammershaimb V. U., Færøsk anthologi I (1891), bl. 339–341.

© Tim Stridmann