a. Fyri vestan Sandsbygd er eitt stórt hol niður í jörðina, sum kallast «Gívrinarhol»; undir tí býr ein gívur. Tað er manna sögn, at maður fór heiman av Sandi og niður á botn á holinum at finna gívrina. Hann kom væl fram sína ferð og sá har yvirvaxna kelling standa og mala gull á eini kvörn; eitt lítið barn sat inni hjá henni og spældi sær við eitt gullkelvi. Kellingin var blind, og tí hætti maðurin sær so spakuliga fram at kvörnini og tók til sín av gullinum, ið hon mól. Gívurin hvörki sá ella hoyrdi nakað til hansara, men kendi tó á sær, at okkurt ilt mundi vera á ferð og mælti tí: «annað hvort er tað músin, ið melur, ella tjóvurin, ið stjelur — ella ruggar henda gamla ikki rætt». Maðurin fór nú frá henni við gullinum, tók gullkelvið frá barninum og slóg tað í heysin; tað fór tá so sárt at gráta. Nú, gívurin hetta hoyrdi, grunaði hon ilt og sprakk á føtur, trilvaði eftir honum um alt hellið, men fann ongan, tí at maðurin var tá longu sloppin upp úr holinum, stigin á hestin og tvísporaði sum skjótast heim við gullinum. Gívurin rópaði tí sum harðast eftir grannkonu síni, segði henni frá sínum vanda og bað hana hjálpa sær at taka tjóvin. Hon var ikki sein á føtur at renna eftir honum, ginaði tvörtur um vatnið so fast, at fótasporini síggjast enn í steinunum hvört spor sínuminni vatnið, og kallast tey «Gívrinarspor». Hann var komin so væl framan undan, at langt var ímillum teirra, til tess hann kom á Volismýri, tá var hin gívurin komin honum so nær, at hon náddi at tríva um halan á hestinum, og hon slepti honum ikki, men stedgaði hestinum í ferðini; maðurin koyrdi so hart undir hestin, at hann sprakk fram eitt lop, men halin slitnaði frá, tíat gívurin var föst á fótum og orkaði at halda ímóti; hesturin datt, og maðurin fram av honum — tá sást kirkjan, og maðurin var bjargaður, og gívurin, sum tá einki vald hevði á honum, mátti við tí skili venda aftur. Enn hoyrist yvir «Gívrinarholi», hvussu hin gamla blinda gívurin melur gull í tí djúpa hellinum.
b. Tvær tröllkonur búgva við Fjallavatn í Vágum: onnur við Tormansgjógv og onnur handan fyri vatnið «á Fjöllum», sum hesin hagaparturin kallast. Onnur teirra var lamin, og hon hevði lagt reyða stakk sín á ein klett at sóla, tá ið ein maður úr Sandavági kom ríðandi har fram íhjá. Maðurin tekur stakkin og fer tvísporandi á rossinum burtur við honum. Nú sær kellingin mannin og stakkin, sum hann hevir stolið frá henni, men lamin sum hon er, orkar hon ikki sjálv at renna eftir honum og rópar tí til tröllkonuna hinumegin vatnið: «hjálp, systir! stíg! stíg stórum!» Hon sum skjótast avstað eftir honum, og hann stórleypandi undan á ryssubakinum. So gekk, til hann kom út í Vatnsbrekku, tá fór[u] bæði hann og ryssan at lúgvast; har í brekkuni rennur ein á, har drukku tey bæði, og hann segði tá: «hetta var mær sálarbót!», og síðani kallast áin Sálarbótará. Alt rann tröllkellingin eftir honum og vann meir og meir inn á hann; tá ið hann var komin yvir um brekkuna, var hon honum so nær, at hon náddi at tríva um stakkin og sleit hann frá honum, tó so at stakkurin skradnaði, og maðurin hevði aðra ermuna eftir; tá sást Miðvágskirkja, og tröllkonan mátti í hesum viðurskiftum flýggja aftur. Men henda stakkarerman var so stór, at hon rökk sundurskorin til altarklæði í öllum fýra kirkjunum í Vágum.
Источник: Hammershaimb V. U., Færøsk anthologi I (1891), bl. 332–334.