XXIX. Húsfrúgvin í Húsavík.

Ein olmusugenta, sum nevnist Sissal (Cesilia), var á sinni í Skúvoy; hon hevði tilhald hjá einum bónda har; sum eitt vesælavætti lá hon undir kvörnini í spjörrum um næturnar; um dagarnar var hon sett burtur í haga at ansa eftir neytum, at tey skuldu ikki koma í óføri ella detta oman fyri bakka. Ein dagin, ið hon sat hjá neytum, kom tyngd á hana, og hon sovnaði sum hon sat, og kom til at liggja fram eftir grúgvu. Í dreymum hoyrdi hon ein siga við seg: «tú svevur á gullinum! grava undir rygginum millum báðar tjarnirnar, har skalt tú finna tað, ið teg ger ríka!» Hon vaknaði, fegin um henda góða dreymin; men har var eingin ryggur og eingin tjörn at síggja, og hon hugsaði tí, at dreymurin hevði einki at týða, og tað hann lovaði henni, kundi hon einki vænta sær av, men hon fór so heim aftur og legði seg í sína legu undir kvörnini, sum hon var von at gera. Annan dagin fer hon aftur burtur í haga í sama stað sum dagin framman undan; tyngd fellur á hana, hon sovnar fram á sum hon situr, og hoyrir sama málið siga við seg: «tú svevur á gullinum», o. s. v. Triðja dagin gekst henni á sama máta. Hon undrast mikið á hetta, uggaði seg við, at hesin dreymur tó ikki mundi vera fyri einki, og fór tí at siga eini gamlari konu í bygdini frá öllum, sum tað hevði borist henni til. Kellingin grundaði leingi fyri at týða orðini, ið gentan hevði hoyrt; um langt og leingi segði hon við gentuna, at hon skuldi royna at grava hvar andlit hennara hevði ligið niður á jörðina: ryggurin, sum var sagt henni í dreyminum, hon skuldi grava undir, mundi vera nasaryggur hennara, og tjarnirnar eyguni; gróv hon har, mundi gullið finnast. Gentan so gjördi, sum konan hevði sagt, fann tað stóra gullhornið, sum Sigmundur Brestisson hevði átt. Nú fór hon fegin heim, bar tað til bóndans og sýndi honum, hvat hon hevði funnið, og segði honum frá öllum; bóndin sá, at eydnan mundi fara at fylgja henni, sendi hornið út til kongs við frásögn um, hvör tað hevði funnið. Tað er sagt, at gullið í tí var so reint, at kongur átti tað ikki betri í öllum ríkinum; hann gav henni virðið fyri hornið í peningum og umframt jörð í Húsavík. Fyri pengarnar keypti hon alla jörðina, ið liggur til Húsavíkar og Skarvanes, og er hon hildin at hava verið ríkasta kona, ið verið hevir í Føroyum.

Stokkahúsini, hon bygdi sær í Húsavík, komu rekandi heil úr Noregi, tilskorin so at tey strax kundu reisast; einki vantaði á utan ljóarabogin; henda stovan kallaðist «stóra stova», og hon var eitt stórverk. Grótgarðurin, hon læt gera um kirkjugarðin, stendur enn; veggirnir í hoylöðuni, grundin av neystinum («skeiðs toftir»), tað steinsetta túnið húsanna millum í bygdini, alt minnir enn um húsfrúnna í Húsavík. Alt tað stóra grótið, her sæst, hevði hon nykin at draga til sín oman úr fjöllum; men umsíðir fórst honum illa: tá ið hann kom fram eftir Takkmýrum við einum stórum steini, slitnaði nykurhalin frá, og sæst merki av honum á steininum, sum liggur har; men nykurin hvarv í «lítla vatn» og býr har síðani. Húsfrúgvin var ill kona í hjarta; — tað er sögn, at hon gróv tvær arbeiðskonur livandi í jörð: aðra á Teigi, aðra, sum æt Brynhild, í Brynhildarheyg. Tá ið húskallar komu heim úr haga og bóru hakar á öxlum, fingu teir illa mótitöku og lítlan mat, tí tá hugsaði hon, teir hövdu verið latir og lítið gjört. Men komu teir heim og tóktust vera móðir, drógu hakarnar eftir sær, ella teir vóru vátir, tá ið teir komu av útróðri, var hon bæði blíð og týð og fagnaði teimum væl. Á Skarvanesi læt hon gera tröð og velta; hon hevði fjós í fleiri stöðum oman fyri bøin: í Kvíggjargili og á Brekku; nakrir teigar kallast enn Línteigar, har legði hon lörift út á blik. Hon rúnarbant bøin, so at eingin steinur kemur niður á hann, tó at eingin garður er um hann; um grót verður kastað oman av homrunum, sum hanga beint uppi yvir bønum, verður tað tó liggjandi í teirri bröttu brekkuni og kemur ikki oman.

Son húsfrúnnar kalla summir Ólav seyðamann; sonarsonurin var Einivaldur. Dóttir Einivalds var Herborg ríka; hon fekk barn við soni Róalds, sum tá var lögmaður og sat á garði sínum í Dali í Sandoy. Hesin sonur Róalds gekk burtur á báti í sugguni við Skarvanes. Tá ið tíðindini um hetta skaðaverk bórust til Róalds, var Herborg stödd har hjá. Hon spurdi tá lögmannin, um barn, sum var í móðurlívi, skuldi taka arv, tó at faðirin var deyður. «Fullan og allan arv», svaraði Róaldur. Hon sigir tá: «minnist til tit, ið hava hoyrt», og fell í óvit, tá hon hetta hevði sagt. Nú fyrst grunaði lögmaðurin, at hon mundi vera við barn við soni hansara, tí ikki vóru tey enn gift. Hon átti ein son, sum var nevndur Ásbjörn; hann vóx upp hjá abbanum Einivaldi, men teir samdust ikki væl, tí at abbin kundi ikki gloyma, at hann var leysingarbarn. Ásbjörn settist niður á Skarvanesi og vann tær tólv merkurnar frá fjalli og til fjöru frá Húsavík. Ein dagin funnust teir báðir í haganum Einivaldur og Ásbjörn, og fóru at deila hvör við annan um mark millum Húsavíkar og Skarvanes; teir bardust leingi saman, og meir enn ár eftir vóru grópurnar sjónligar undir Vestfelli, hvar teir tókust hondum; um langt og leingi stóð hinum gamla til vinningar og so setti hann markið, ið skuldi vera teirra millum. Ásbjörn gjördi garð eftir markaskilinum, men hann er tó ikki markið nú. Meðan hann gekk og dró saman grót at garðinum, sá hann ein mann við leggaldi um lendarnar ganga og draga grót sum hann sjálvur; — hann helt tað fyrst vera huldumann, tí at hann kendi hann ikki; men síðani tekti hann, hvör ið var — tað var seg sjálvan hann hevði sæð í hamferð, hann doyði, áðrenn árið gekk út.

Источник: Hammershaimb V. U., Færøsk anthologi I (1891), bl. 373–376.

© Tim Stridmann