VIII. Marmennil og Anfinnur bóndi í Elduvík.

Marmennil er líkur fólki, men er góðan mun minni í vaxtralagi; fingrarnir á honum eru langir. Hann livir á havsbotni og ger útróðrarmonnum mein við at bíta agnið av onglunum og seta fast í botn, so at teir mega slíta snørini; verður hann krøktur, er hann so handafimur, at hann kann at loysa teymarnar undan snørinum og soleiðis sleppa undan at verða drigin upp undir borð sum annar fiskur og tikin inn í bát. Eina ferðina, ið hann fekst við at gera síni skálkabrögd á havsbotninum, bar illa til hjá honum, tí hann ætlaði sær at taka um endan á snøri Anfins bónda úr Elduvík at seta fast í botn, men í tí sama brá Anfinnur við og krøkti marmennilin í aðra hondina; við einari hond kundi hann ikki gera seg leysan og fáa teymin loystan av snørinum, og soleiðis var hann drigin upp, krossur ristur á hann og fluttur heim til hús. Anfinnur hevði hann í varðveislu hjá sær í árninum og mátti hvört kvöld minnast til at rista kross í öll fýra horn á árninum, hvar hann sat; ikki vildi hann eta annað enn ögn. Tá ið farið var til útróðrar, hövdu teir marmennilin við sær, men ikki máttu teir gloyma at rista kross fyri hann, tá ið hann var komin inn í bátin. Róðu teir yvir fiskatorvu, settist hann at læa og spæla í bátinum; kastaðu teir tá niður, treyt ikki at fiska, helst tá ið hann drap fingurin niður í sjógvin. Anfinnur hevði langa tíð marmennilin hjá sær; men ein dagin var nógv brim, tá ið teir flotaðu bátin at fara til útróðrar, og tá var gloymt at rista kross á hann í bátinum; tá ið teir vóru komnir frá landi, smoygdi hann sær út fyri borð, og sum vera mundi sást hann ikki aftur.

Источник: Hammershaimb V. U., Færøsk anthologi I (1891), bl. 335–336.

© Tim Stridmann