V. Niðagrísur og Loddasar steinur.

Niðagrísur er lítil, tjúkkur og böllutur, sum eitt lítið reivabarn ella stórt noða, dimmóreyður av liti. Hann sigist at vera, hvar nýfødd leysingabörn eru dripin og grivin utan at hava fingið navn. Hann liggur tí og veltist fyri fótum á monnum, at villa teir burtur av leið; sleppur hann ímillum føturnar á manni, gongur maðurin ikki av ári. Í bønum við bygdina á Skála í Eysturoy stendur ein steinur, sum kallast Loddasasteinur; har lá ofta ein niðagrísur fyri fótum á fólki, sum ferðaðist har á myrkri; ein maður, sum gekk har eina ferðina og hevði mein av niðagrísinum, varð illur og segði tá: «hasin Loddasin!», og tá gróv hann seg niður í jörðina við steinin og sást onga tíð aftur, tí tá hevði hann fingið navn.

Источник: Hammershaimb V. U., Færøsk anthologi I (1891), bls. 331–332.

© Tim Stridmann