85. Nykurin á Eiði.

Ein nykur dró alt grótið til kirkjugarðin á Eiði í Eysturoy. Steinarnir eru viðgitnir fyri stødd og vakurleika. Tá ið alt grótið var komið til, skuldi nykurin rýma; men tá settu tvey smábørn seg í spølni upp á bakið á honum — tey hildu tað vera ein hest. Fleiri komu til, men fyri hvørt eitt, sum setti seg upp á nykin, kom at vera pláss til eitt afturat, og so var, til alt fólk á Eiði hevði sett seg uppá. Tá fór nykurin avstað og helt beina leið fram at vatninum. Summi, ið uppi á nykarbakinum sótu, høvdu mat hjá sær. Ein rætti einum smábarni spik, men tað snaraði sær undan og rópaði: „Ikki ‚nyka‘ meg!“ Tað dugdi ikki rættuliga at tosa enn og meinti „snyka“. Men nykurin helt seg hoyra sítt egna navn nevna og hevði tá ikki meira vald á fólkunum (hoyrir hann navn sítt, so missir hann allan mátt); hann kastaði øll av bakinum og hvarv í vatninum.

Источник: Jakob Jakobsen, Færøske folkesagn og æventyr, 1898–1901, bls. 227–228.

Орфография текста приведена к современным нормам.

© Tim Stridmann