Áður í fyrndini var í Gásadali í Vágum ein risi, sum er nevndur Tórur rami, og í Mikinesi búði um somu tíð ein maður, sum er kallaður Óli rami. Tórur dalbúgvin ætlaði at drepa Mikinesbúgvan og at vinna oynna til sín; hann fór tí upp úr dalinum á Líraberg og sprakk haðani um fjörðin út í Borgargjógv á Borgardali eystast á Mikinesi; fótasporini standa eftir honum í klettunum báðuminni har, sum hann hevur lopið. Mikinesbúgvin hevði setur vesturi á oynni; Tórur hevði tí langa leið at ganga yvir dalir og fjöll, áðrenn hann fann hann; men leiðin var ikki drjúgv hjá honum, við sínum longu beinum fetaði hann ringan vestur um. Tá ið hann kom ginandi oman eftir hamrinum, sá Mikinesbúgvin hann, og ótti fell á hann, tí hesin stóri risi var øðiligur at líta. Hann sprakk tí á føtur og rann undan, sum skjótast hann kundi, vestur eftir oynni; men sum hann var komin vestur um rógvuna, var ikki langt ímillum teirra. Hjartað fór tí at kippast upp í háls á Óla og hann tók at óttast hart og rópaði neyðarrópið: «rivni gjógv!» og tá varð, at Mikineshólmur varð leysur frá oynni, og sundið kom ímillum; tað er sjónligt í berginum báðuminni, at hólmurin og oyggin hava verið áföst áður; hvar holur eru í öðrum berginum, standa klettar út úr beint yvir av í hinum berginum. — Nú risin sær hetta, meir enn tjúgu favnar breiða gloprið, fyri sær og hólmin losna frá, rópar hann: «rivni, hvat ið rivna vil, eg loypi eftir». Hann gleivaði yvir um, og har úti á hólmin fóru hesir báðir nú at berjast, av tí at Mikinesbúgvin sá, at eingi onnur kor vóru at velja enn at halda ímóti risanum og royna mátt og megin. Teir glímdust hart og leingi og grópaðu jörðina upp um öklar; — tað eitur «í Trakki», og ikki hevir vaxið gras har síðani, tó at allur hólmurin annars er alloðin í síðum grasi ovast frá eggini og oman til sjóvarklettarnar. Um langt og leingi feldi Mikinesbúgvin risan á knæ, sleit annað eyga út úr honum og hótti at drepa hann. Men risin vildi ikki missa lív og fór nú at biðja fyri sær og lovaði Óla trý sjaldsom ting, vildi hann geva honum lív og grið. Tað fyrsta, ið risin vildi geva fyri at loysa seg undan bana, var ein stórhvalur, sum á hvörjum ári skuldi koma í Hvalagjógv har í Mikinesi; annað var tað, at eitt stórt træ skuldi reka upp í eina gjógv, sum er stutt frá hinari og kallast Viðarhellisgjógv; og tað triðja var ein fuglur, sum ikki skuldi setast ella eiga á nakrari aðrari oyggj í Føroyum utan á Mikineshólmi. Men hann legði tær treytir við gávunum, at eingin, sum í framtíðini búsettist har á oynni og vildi njóta gott av teimum, mátti lasta ella spotta tær. Mikinesbúgvin gekk undir hesi vilkor og tók við tilboði Tórs; so samlíktust báðir og livdu saman alla ævi sína. Vestast á oynni, á róukollinum úti við hólmin, vóru teir settir hvör í sín heyg, tá ið teir doyðu; enn á dögum kallast annar heyggjurin Óli rami, sum er norðari, og har er Mikinesbúgvin grivin; annar eitur Tórur rami, hvar Dalbúgvin er grivin.
Væl helt risin tað, hann hevði lovað; hvört ár um hoyna kom hin stóri hvalurin í Hvalagjógv, men nú kemur hann ikki longur, tí at Mikinesmenn gloymdu, at teir máttu ikki siga nakað ilt um hann, og so hildu teir spott at honum, tí at hann hevði ikki meira enn eitt eyga («döglingur»), og teir lastaðu hann, tí at teir fingu lívsýki, tá ið teir ótu tvöstið, — so hvarv hvalurin og kom ikki aftur. — Træið kom um várið, men tað fór skjótt sama veg sum hvalurin, tí at teir lastaðu tað, at tað var skeift og rangviðað, og teir bóðu ilt fyri tí, tí at teir máttu brúka tað hvört ár til at byggja bønhús; men bønhúsið tók hvört vár niður av vindi, tá ið rekaviðurin kom, og førdist út av berginum — teir tóktust sær tí einki gagn hava av hesari gávuni, og so hvarv hon. Fuglurin, sum var tað triðja, ið risin hevði lovað, var súlan; hon kom í stórum flokkum í røkurnar í hólminum og á drangarnar hjá honum; men súluna vil eingin Mikinesmaður lasta ella spotta, at teir ikki skulu missa hana, tí hon er góður styrkur hjá teimum, sum sita í brimstöð og sjaldan sleppa á sjógv til útróðrar; um so er, at nakar av meginlandinum kemur út til Mikines og lastar súluna, at illur roykur gongur av fjöðrunum á henni, ella annað tílíkt, bøtur Mikinesmaðurin, sum slíkt hoyrir, um tað og sigir: «góður fuglur er kortini, og háborin fuglur, sum sigir «træl» (so ljóðar mál hennara) við hvönn mann». Men ikki setist súlan á land í nakrari aðrari oyggj enn á Mikineshólmi, utan so er, at hon er feig, og tó sæst hon fljúgva víða hvar um firðirnir oyggjanna millum. Súlan søkir hólmin um Pálsmessu og er so í berginum til út við Mortansmessu, tá ið ungarnir eru væl floygdir; hon er tá fyrra partin av vetrinum burtur.
Источник: Hammershaimb V. U., Færøsk anthologi I (1891), bl. 348–351.