XVII. Risi og Kelling.

Norðan fyri bygdina á Eiði ytst í flógvanum, sum er millum Eysturoyar og Streymoyar, standa framman fyri landi tveir stórir drangar, sum kallast Risi og Kelling, hin ytri og hon innari landinum, og har er røtt sund ímillum teirra, tá ið kyrt er. Um hesar drangarnar er sögnin, at einusinni ætlaði Ísland at flytja Føroyar norður til sín og sendi tí ein stóran risa og konu hansara at fáa tær fluttar har norður. Tey komu bæði at tí ytsta berginum, sum kallast Eiðskollur og longst ímóti útnyrðingi. Risin varð standandi úti í sjónum, meðan kellingin fór upp á kollin at fatla byrðina, hann skyldi bera og skúgva hana fram á hann. Fyrsta tak, hon tók, var so fast, at «Ytri Kollur» skradnaði frá; hon royndi tí at fáa fetilin fastan í einum öðrum stað á kollinum, men ikki vildi bera í lag hjá teimum; — grundvöllurin var fastur, og oyggjarnar ikki lættar at flytja. So er sagt, at enn stóð kelling uppi á kolli, tá ið dimmið tók at lætta; — tey ræddust dagin, og hon fór tí sum skjótast oman til risans, sum stóð í sjónum og bíðaði eftir henni; men ovleingi hövdu tey drálað, tí í sama bili, tey funnust undir kollinum og skuldu vaða leið sína norður aftur til Íslands, risin undan og kellingin aftaná, tá reis sól úr havi, og tey gjördust tí bæði til steinar, og standa nú og líta ímóti Íslandi, men sleppa ongan veg.

Aðrir siga, at tey vóru send at fáa korn úr Føroyum, av tí kornneyð var heima í Íslandi; tað sæst, at kellingin hevir sum knýti ella posa á baki.

Источник: Hammershaimb V. U., Færøsk anthologi I (1891), bl. 344–345.

© Tim Stridmann