XV. Sitja á kjörbreyt.

Vilt tú verða ríkur, skalt tú gomlu trettándu nátt ganga út at sitja á kjörbreyt, hvar fýra vegir ganga á kross, og ein av teim skal vísa at kirkjuni. Tú skalt taka grátt kálvskinn og hvassa öx, leggja skinnið undir teg á breytina, so at halin á skinninum er vendur móti kirkjugötuni, men andlit títt skal venda burtur frá henni. Tú skalt tá setast at brýna öxina, og hvat ið verður talað til tín, skalt tú ikki siga annað enn: «eg kvöki, eg kvöki»; hvussu illa leikar um báðar liðir á tær, skalt tú ikki líta upp úr, utan stara fast niður í öxina, tí annars verður ilt av tær, og tröllini taka teg. Tá ið líður at midnátt, koma tröllini tysjandi úr öllum ættum, drassandi gull og dýrar gripir, sum tey laða utan um teg í stórum dungum og sýna tær alt hetta góða at royna at fáa teg at kveita upp undan; so fara tey at tala til tín, skelkja og gálva og havast við allar atburðir. Men hava nú tröllini hvörki kunnað lokka teg at renna eyguni at gullinum, sum tey lögdu hjá tær, ella rætt teg til at hyggja at teimum sjálvum av ótta fyri teimum, ella fingið teg til at svara teimum aftur, so tríva tey um halan á kálvskinninum at draga tað burtur; — tá ræður um at vera heppin og við öxini högga halan av aftan fyri bak, tó so at einki skarð kemur í öxina. Lukkast tær hetta, ert tú eydnumaður; tí tá hvörva tröllini hvört í sína ætt, og tú fært tá allar dýrgripirnar og alt gullið, ið hjá tær var lagt; men lukkast tær ikki hetta, fáa tröllini vald yvir tær, og tú kemur tá ikki heilur aftur úr hesari ferð.

Источник: Hammershaimb V. U., Færøsk anthologi I (1891), bl. 342–343.

© Tim Stridmann