XXXIII. Skarvur og æða.

Skarvur og æða vildu bæði hava dúnið; tað var boðið öðrum teirra at fáa tað, og sjálv skuldu tey sameinast um, hvört teirra tað skuldi vera, sum ognaðist tað. Men hetta bar illa í lag at sameinast um, tí hvörki vildi víkja fyri öðrum — bæði vildu líka fegin hava dún. Fyri nú at hesin drátturin ímillum teirra skuldi fáa enda, og tey ikki bæði skuldu missa dúnið, so at tað kom hvörgum teirra til gagns, samtyktust tey um tað ráð, at tað av teimum, ið fyrri vaknaði næsta morgun og segði hinum frá, tá ið sól rann upp um hafsbrúnna, tað skuldi eiga dúnið at verma seg við. Tey settust tá báði skarvurin og æðan í urðini hvört javnt hjá öðrum, tá ið aftnaði dagur. Skarvurin visti væl, at hann var vanur at vera tungsvövndur og hevði ilt við at vakna, tá ið hann var sovnaður fast; í ótta fyri ikki at vakna um sólarris, ætlaði hann sær ikki at sova alla náttina; tá helt hann mundi vera ivaleyst, at hann fekk dúnið, sum væl var vert eina vökunátt. Og nú settist skarvurin so errin av tí, at hann, sum annars nevndist svövnskarvur, ikki skuldi blundast alla náttina, og æðuna sá hann sita hjá sær í fasta svövni. Tað gekk toluliga væl fyrra partin av náttini, men tá ið longur leið út, fór hann at tyngjast og mátti dragast við svövnin, sum tók at mennast á hann. Tó sat hann enn hálvvakin og ændi, tá ið tók at lýsa fyri degi; tá rópaði hann av gleði yvir seg sjálvan: «nú blánar í eystri!» Av hesum rópinum vaknaði æðan, sum nú var fullsvövnd; — har ímóti var skarvurin nú so ovvekraður, at hann orkaði ikki longur at halda eyguni opin og durvaði nú, ið mest vardi um at vaka. Tá ið sólin reis upp úr havi, var æðan ikki sein at siga skarvinum frá: «dagur í havi, dagur í havi!» Soleiðis fekk æðan dúnið; skarvurin mátti bøta enn meira: hann misti tunguna, tí at hann kundi ikki at tiga, tá ið tagt skuldi verið, og tað verður ofta haft á málið, tá onkur er bersögin, og spurt: «hví er skarvur tunguleysur?» at hann kann koma til at hugsa um tungu sína sjálvs og læsa fyri hana um tað, sum ikki eigir at vera sagt.

Источник: Hammershaimb V. U., Færøsk anthologi I (1891), bl. 381–382.

© Tim Stridmann