XXIV. Rinkusteinar.

Innan fyri býlingin í Víkum í Oyndarfirði standa stutt frá landi tveir stórir steinar, sum altíð liggja og ridla aftur og fram; um tað er logn og silvitni og dýrd í sjónum, kennist tað, tá ið ein tráða er lögd av landi út á tann steinin, ið næstur er landinum, at hann onga tíð er stillur; sum vera man, ridlar hann harðari, tá ókyrra er í sjónum. Hesin kletturin er um fimm favnar högur, fýra favnar langar og tríggjar breiður. Ikki er gott at skilja, hvussu tað kann bera til, at teir soleiðis kunna liggja og ridla aldur og alla ævi utan at máast av grundini, teir standa á. Men sögnin sigir, at tað var ein gandakelling, sum gjördi, at so er, og tað bar so til. Tvey víkingaskip komu til Eysturoyar, fólkini á teimum lögdu at landi, hvar bygdir vóru fyri, og ræntu fæ og drupu fólkini. Teir hövdu verið í bygdunum fyri sunnan har eystan til á oynni, komu nú úr Fuglafirði og róðu allan vegin fram við landið; nú teir koma innan úr firði út móti bygdini í Oyndarfirði, kom kellingin út, gandaði skipini, so at tey umskapaðust til hesar stóru steinarnar, og hon dømdi tey til at standa har og rinka í allar ævir.

Источник: Hammershaimb V. U., Færøsk anthologi I (1891), bls. 356.

© Tim Stridmann