Føroyar vóru í forðum skógvaxnar; har finnast tí enn í jörðini stórar viðjur (trærøtur) í mógvinum á torvheiðunum, innan í steinkolinum síggjast tjúkkar greinar og leyvsblöð; tílíkt ber prógv um, at viður hevir vaxið har áður, men nú er alt sokkið niður í jörðina. Sögn er, at meðan Ólavur hin heilagi ráddi í Noregi, fóru sendimenn úr Føroyum á fund hansara. Hann segði við teir, at honum tókti skattin vera ovlítlan, sum gekk út til sín av oyggjunum; spurdi hann teir tí, hvat ið vóx í Føroyum. Sendimenninir greiddu illa frá, sögdu, at har var einki utan grót og skursl, mýrar og lyngur. Tá ið kongur hetta hoyrdi, rópaði hann: «so verði, sum frá er sagt! vendi tað niður, sum omaná hevir verið, og vendi tað upp, sum niðri hevir verið!» Tá sukku skógarnir niður í jörð, og fyri tær fríðu flöturnar komu mýrar, eyrvikur og grót. Tí eru oyggjarnar nú so vorðnar. Blágrýtisstólparnir í einum hamri á Mikinesi líkjast tröum; — tað sigist at vera trö, sum vóru umskipað til stein, tá ið Ólavur kongur segði: «so verði!» við sendimenninar, sum sögdu honum, at eingir skógvir vuxu í Føroyum.
Источник: Hammershaimb V. U., Færøsk anthologi I (1891), bls. 351–352.