XXV. Tröllanes.

So er sagt, at tröll fegin søkja hús hjá monnum at vera í og stuttleika sær á trettandi. Fyri norðan Núgvunes á Borgardali í Mikinesi er bygt eitt lítið hús fyri seyðamenninar at liggja í á sumum ársins tíðum, hvar hagi er langt frá bygd, og teir skulu akta seyð at fáa hann hagfastan, halda hann við ból og snjóstöður og hjálpa honum, tá ið hann er undirkavaður. Eina náttina fór ein røktingarmaður hissini burtur í haga eystur í Borgardal, og av tí at eitt grumt æl kom á hann har, ætlaði hann sær at kroka inni í húsinum; men nú hann nærkast húsinum, hoyrir hann innan buldur og óljóð. Hann fór nú at glugganum at kaga og varð nú varur við, at húsið alt var fult innan av tröllum, sum hildu sær at gaman, dansaðu og kvóðu: «trum, trum, tralalei, kalt er í fjöllum hjá tröllum, betur er við hús á bakka á skálavöllum, trum, trum, tralalei, dansið tætt at durunum».

Verri sigist at hava gingið á Tröllanesi, sum er norðasta bygd í Kalsoy, tí hagar komu tröllini hvörja trettandu nátt tysjandi úr öllum ættum í so stórari múgvu, at bygdarmenninir máttu á hesari hátíðini flýggja haðani til Mikladals og vera har, meðan hetta herskapið leikaði á Tröllanesi; av hesum hevir bygdin fingið navn. So bar til eina ferðina, at ein gomul kelling var ikki ment at rýma burtur við hinum bygdarfólkinum og mátti tí liggja eftir heima trettandu nátt; hon legði seg undir eitt borð í roykstovuni og krógvaði seg har, at tröllini skuldi ikki síggja hana. Nú ið út leið á kvöldið, sá hon tröllini tyrpast inn um dyrnar, sum tá ið seyður verður rikin í rætt, so mong at ikki fekst tal á. Tey fóru strax at dansa og spæla. Men sum tey vóru í kátasta lagi, og dansurin dundi sum harðast, fór kellingin at ræðast og rópaði, trongd av neyð: «Jesus náði meg!» Tá ið tröllini hoyrdu tað vælsignaða navn, sum tey öll hata og ræðast fyri, fóru tey öll at gnísta og rópaðu: «Gyðja loypti splitt í dansin», og tey trokaðust öll at sleppa sum skjótast út av durunum, og hava ikki síðani torað at gera hesi bygdini ófrið og gista á Tröllanesi. Tá ið nú fólkið kom norður aftur úr Mikladali, væntaðu tey at finna gomlu Gyðju deyða; men hon var á fótum og kundi siga frá, hvussu sær hevði gingið við tröllunum, og hvussu tey hvurvu, tá ið tey hoyrdu hana nevna Jesus.

Источник: Hammershaimb V. U., Færøsk anthologi I (1891), bls. 356–358.

© Tim Stridmann